KJØLBRO HEILSØLA
  • Proviantering
  • Catering
  • Retail
  • Búnýti
  • Non food
  • Nethandil
  • Um okkum
    • Søgan
    • Stuðul
    • Samstarvsfelagar
    • Starvsfólk
    • Press

Kjølbro búnýti

Handil okkara Kjølbro búnýti hevur alt tað, ið tær tørvar til køkin, verði tað seg ein húskøkur ella stórkøkur.

Vit umboða Figgjo, ið er norskur postalínsframleiðari. Figgjo hevur ment sítt umdømi fyri at vera serstakliga slitsterkt og samstundis snøgt.

Vit umboða eisini Culina, ið veitir alskyns køksútgerð. Umframt fjølbroytta úrvalið í handlinum kunnu vit eisini útvega allar vørur, ið Culina og Figgjo hava á goymslu – avgreiðslutíðin er um leið 5 vikur.
Picture
Margit G. Joensen, [email protected]
ið veit nógv um hetta økið,
er leiðari fyri Kjølbro búnýti.

PAX-SERIAN


FIGGJO PAX - EINFALT AT DEILA OG EINFALT AT BRÚKA


Mjúkar linjur og tekkiligir bogar sum enda í einum týðiligum sniðkanti. Figgjo Pax býður seg fram, snøggur og einfaldur – og sera lættur at brúka.
 
Tað mest ásýniliga við Pax-røðini er eyðkendi kanturin. Tallerkarnir hava breiðan skrátt settan kant, sum myndar snøgt avmarkað snið. Mjúki yvirgangurin frá kantinum til matflatuna gevur eina spennandi og innbjóðandi matuppliving.

Figgjo Pax fæst í litunum olivengrønt, grátt og grábrúnt, umframt í hvítum. Veruleikakendu litirnir eru við til at undirstrika sniðið og standa væl saman, tá ið borðreitt verður.

STÓRT OG SPENNANDI ÚRVAL FRÁ FIGGJO

Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture

Picture
Tak niður katalogið F-O >
F-O vørulistin frá Figgjo gevur gott yvirlit yvir alt vøruúrvalið frá Figgjo.
Stóri vørulistin verður dagførdur annaðhvørt ár.

Fá eisini íblástur úr mongu vørulistunum frá Figgjo

Til ber at taka niður sum pdf-fílu við at trýsta á myndirnar niðanfyri.
Picture
Figgjo base, 2018 >
Picture
Pax-serian, 2017 >
Picture
Figgjo Betong, 2017 >
Picture
special dekor, 2017 >

Picture
Buffe - nýtt >
Picture
tema dekor >
Picture
Tema buffet >
Picture
Tema front >

Køksbúnaður
frá Culina

Alt frá sósaskeiðum til stórar grýtur
til kræsna køkin.
Skoða stóra úrvalið í vørulistanum frá Culina.

Vørulisti køksútbúnaður >
Picture
Picture

VEL RØTTU GRÝTU ELLA STEIKIPANNU

Frá Culina kunnu vit bjóða grýtur og steikipannur úr bæði stáli, stoypijarni, aluminiumi og kopari, sum hvørt hevur sínar fyrimunir og vansar. Ger av, hvør tín tørvur er, og vel røttu kastirollu, grýtu og pannu.
Picture
ALUMINIUM
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
KOPAR
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
STOYPIJARN
Picture
Picture
Picture
GLARAÐAR STEIKIPANNUR OG GRÝTUR
Málið er, at maturin ikki skal brenna seg fastan, og at tú kanst steikja við minni feitti. Glaringin er oftast styrkt við titan, sum hevur longri livitíð. Tá ið tú gert mat við glaraðum grýtum og pannum, er neyðugt at brúka plast- ella træreiðskap, sum ikki skøvar botnin. Hóskar væl til hita upp í 275°C.
STÁL
Velur tú haldapottar (kastirollur) í 18/10 rustfríum stáli, hevur tú køksútgerð, sum tolir næstan alt, sum er reinfør, sum tolir at verða vaskað í maskinu og sum heldur sær blanka í áravís.

Ráðiligt er at gera reint við vanligari uppvaskibust og pussievni til rustfrítt stál. Mælt verður til ikki at brúka stálbust. Stál leiðir ikki hitan eins væl og annað tilfar, men heldur hitanum sera væl. Fleiri stálkastirollur hava eina kjarnu úr aluminiumi, sum økir leiðievni og javnar  hitan væl.
STOYPIJARN
Tann grovi og rái struktururin ger, at jarngrýtur og pannur hóska væl til at steikja kjøt í ella á.
Eisini heldur stoypijarn væl hitanum og kólnar ikki so skjótt, um hitin verður skiftur. Tá ið steikt verður við feitti, gevur stoypijarn nakað av jarni frá sær, og um kókað verður, nakað meir. Stoypijarn kann eisini vera glarað, har tær glaraðu vørurnar verja flatan móti tæring.
ALUMINIUM
Hetta tilfarið hóskar sera væl til haldapottar  (kastirollur), av tí at tað er lætt og sterkt. Botnurin skal helst vera tjúkkur av fleiri orsøkum; til at halda seg støðugan, meðan hitað verður, til at gagnnýta orkuna betur, til at maturin ikki skal brennast í botn og til at leiða hitan javnt. Aluminium leiðir hitan upp í 15 ferðir betur enn stál.

KOPAR
Eftir gamlari siðvenju skal kopar vera bæði lagaligt og prýðiligt. Kopar leiðir hitan sera væl og gevur serstakar kókieginleikar, tí hitin verður leiddur skjótt upp eftir síðunum í haldapottinum (kastirolluni), og maturin verður hitaður upp frá einari størri flatu enn einans frá botninum. Kopar leiðir hitan upp í 22 ferðir betur enn stál.


HVØNN KNÍV SKALT TÚ BRÚKA TIL HVAT?

Ert tú kokkur, ella arbeiðir tú við at matgera, so er alneyðugt at hava røttu knívarnar tøkar. Ein góður knívur lættir um og ger tað skjótari at gera mat. Knívarnir eiga at vera góðskudyggir, skulu kunna tola at vera brúktir yvir longri tíð og skulu liggja væl í hondini.

Ein sushikokkur hevur annan tørv á kvnívum enn ein vanligur kokkur. Vit kunnu bjóða bæði flekiknívar, flysingarknívar, útbeiningarknívar, grønmetisknívar (santoku), breyðknívar, kokkaknívar osfr.

Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær at finna  røttu knívarnar til júst tín tørv í køkinum.


Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture

Picture
Picture

TÆNASTUR

PROVIANTERING
CATERING
RETAIL
BÚNÝTI
NON FOOD

KJØLBRO

UM OKKUM
STARVSFÓLK
FINN OKKUM
SAMSTARVSFELAGAR

STUÐUL

PRESS
STUÐUL


Picture
STANGAVEGUR 3        FO-700 KLAKSVÍK        TEL +298 471111        [email protected]

©KJØLBRO HEILSØLA
  • Proviantering
  • Catering
  • Retail
  • Búnýti
  • Non food
  • Nethandil
  • Um okkum
    • Søgan
    • Stuðul
    • Samstarvsfelagar
    • Starvsfólk
    • Press