KJØLBRO HEILSØLA
  • Proviantering
  • Catering
  • Retail
  • Búnýti
  • Non food
  • Um okkum
    • Søgan
    • Stuðul
    • Samstarvsfelagar
    • Starvsfólk
    • Press

...

SØGAN

P/F J.F. Kjølbro heilsøla er ein familjurikin heilsøla. Í 1996 keyptu brøðurnir Jákup og Jóannes Mikkelsen saman við øðrum heilsøluna frá Norðoyagrunninum. Føroyar vóru ávegis úr herviligu fíggjarkreppuni  síðst í 80-unum. Hetta gjørdi, at tey fyrstu árini vóru trupul, og ofta stóð á at fáa endarnar at røkka saman. Men við nærlagni og hørðum arbeiði fór at gangast betur.

Í 2007 keyptu hjúnini Ester og Jákup Mikkelsen alla fyritøkuna, og tey eiga framvegis J.F. Kjølbro heilsølu.

Í 2007 varð avgjørt at flyta allar vørur, ið beinleiðis vóru knýttar at fiskireiðskapi, úr J.F. Kjølbro heilsølu  og yvir í dótturfelagið Kjølur. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí báðar fyritøkurnar hava tikið seg nógv fram síðani. Vit hava framvegis  tætt og gott samstarv við Kjøl.

Okkara kjarnuvirði eru góðska og tænasta. Vit leggja okkum tí eftir at veita kundum okkara dygdargóða vøru, samstundis sum vit vilja veita fyrsta floks tænastu.

Vit eru ógvuliga errin av okkara dugnaligu og nærløgdu starvsfólkum, ið eru ein ómetaliga týdingarmikil liður í okkara framgongd. Vit royna eisini at skapa teir bestu karmarnar fyri starvsfólk okkara, og vit fegnast um tað góða arbeiðslagið og -hugin, ið starvsfólk okkara sýna.
Picture

TÆNASTUR

PROVIANTERING
CATERING
RETAIL
BÚNÝTI
NON FOOD

KJØLBRO

UM OKKUM
STARVSFÓLK
FINN OKKUM
SAMSTARVSFELAGAR

STUÐUL

PRESS
STUÐUL


Picture
STANGAVEGUR 3        FO-700 KLAKSVÍK        TEL +298 471111         FAX +298 471100        MAIL@KJOLBRO.COM

©KJØLBRO HEILSØLA 2018
  • Proviantering
  • Catering
  • Retail
  • Búnýti
  • Non food
  • Um okkum
    • Søgan
    • Stuðul
    • Samstarvsfelagar
    • Starvsfólk
    • Press